Ein dómstólur í norðurtýska býnum Itzehoe hevur í dag dømt 97 ára gomlu kvinnuna, Irmgard Furchner, tvey ára treytaða fongsulsrevsing fyri sín leiklut, tá hon arbeiddi sum skrivari í einari av týningarlegunum í Nazi-Týsklandi undir øðrum heimsbardaga.
Tað upplýsir týska NDR stjónvarpsstøðin, sambært Reuters.
97 ára gamla kvinnan er tann fyrsta kvinnan í fleiri áratíggjur, ið er vorðin rættarfylgd í Týsklandi fyri brotsverk undir nazi-tíðini. Ákærarnir siga, at hetta kann gerast eitt av landsins seinastu rættarmálum, ið snúgva seg um brotsverk undir jødatýningini.
Furchner var bert 18-19 ár, tá hon arbeiddi í Stutthof fangaleguni, sum lá í hersetta Polandi.
Rættarmálið byrjaði 19. oktober í Itzehoe, norðan fyri Hamburg.
Á rættarfundinum vísti ákærin, Maxi Wantzen á, at Furcher var sek í at hava verið við til ‘ræðulig og óndsinnað dráp’ á meira enn 10.000 fólk í árunum frá 1943 til 1945.
Umleið 65.000 fólk doyðu í leguni. Teirra millum vóru jødar, pólsk uppreistrarfólk og sovjetrussiskir krígsfangar, varð upplýst.
Irmgard Furcner, sum býr á einum røktarheimi nærhendis Hamburg, arbeiddi á skrivstovuni hjá Paul Werner frá juni 1943 til apríl 1945. Paul Werner var ovasti á fangaleguni, sum lá nærhendis Gdansk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald