Innanlands

98 metrar boraðir í Sandoyartunlinum

Arbeitt verður hesa vikuna, og so verður farið í summarferiu

(Mynd: Sandoyartunnilin)

(Mynd: Sandoyartunnilin)

2019-07-15 12:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin er so smátt byrjað. Tað upplýsir tunnilsfelagið í dag.

Eftir at Eysturoyartunnilin var skotin liðugur tann 7 juni, hevur NCC arbeitt við at taka niður og seta í stand útgerðina, sum brúkt var í Eysturoyartunnilin.

Borivognurin varð settur í gongd 4. juli og nú eru í alt boraðir 98 metrar. Fríggjadagin verður farið í summarferiu fram til ólavsøkudag, tá byrjað verður aftur.

Einaferð eftir summarfrítíðina verður eisini byrjað at bora á Gomlurætt, sigur Eysturoyar- og Sandoyartunlar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder