2021-10-13 11:38

Fyri fyrstu ferð síðan 28. september er talið á aktivum koronusmittutilburðum í Føroyum undir 100.
Í gjár vórðu átta nýggir tilburðir staðfestir, men samstundis eru 16 persónar staðfestir frískir aftur, og tí er talið á smittaðum í løtuni 98.
Allir átta persónar, sum vórðu staðfestir smittaðir í gjár, eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum.
1127 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
230 persónar eru í sóttarhaldi, og eingin er longur innlagdur við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald