99 ára gamli Philip prinsur í Onglandi, við aðalheitinum Hertogi av Edinburgh, varð í gjárkvøldið innlagdur á sjúkrahús, boðar bretska kongshúsið frá.
BBC skrivar, at talan var um trygdartiltak í sambandi við at prinsurin kendi seg illa. Hann varð fluttur á King Edward VII Hospital í London.
Ein kelda í kongshúsinum sigur fyri BBC, at prinsurin varð koyrdur vð vanligum bili á sjýkrahúsið. Hann hevur kent seg illa í nakrar dagar, verður sagt, men tað verður eisini staðfest, at heilsutrupulleikarnir onki hava við korona at gera.
Hann verður liggjandi á sjúkrahúsi í nakrar dagar til eygleiðing og fyri at hvíla seg.
94 ára gamla drotningin, Elisabeth, er framvegis í Windsor Castle, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald