Amerikanska handilsmálaráðið hevur givið eini 99 flogførum flogbann í USA. Talan er um flogfør, sum nýligani hava flogið til Russlands, og hildið verður, at tey hava brotið amerikonsku útflutningsreglurnar.
Millum flogførini, sum eru rakt av hesum er eitt Gulfstream G650, sum milliardingurin Roman Abramovich, sum síðan 2003 hevur átt enska flogbóltsfelagið Chelsea. Hann hevur verið lagdur undir at hava tætt samband við Vladimir Putin, forseta í Russlandi. Hesum hevur hann tó víst aftur.
Á listanum eru Boeing flogfør, sum russiskar fyritøkur eiga. Talan er m.a. um Aeroflot, AirBridge Cargo, Utair, Nordwind, Azur Air og Aviastar-TU, skrivar Ritzau.
Handilsmálaráðið ávarar eisini fyritøkur um at selja brennievni til russisk flogfør, ella at hjálpa teimum við viðlíkahald, eykalutum og øðrum. Hetta kann revsast við stórari bót ella fongsulsrevsing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald