Innanlands

99 skip hava fingið jólapakkar

Talan er samanlagt um 1176 pakkar, ið sjómanskvinn føroyska sjómansmissiónin hevur latið til hesi jólini hóast heldur truplar umstøður

2021-12-23 13:55 Author image
Agnar Prestá

- Hóast tað hevur verið trupult hjá sjómanskvinnuringunum at savnast síðstu tíðina vegna koronu, so hevur tað kortini eydnast teimum, og øðrum at gjørt jólapakkar til sjófólkið aftur í ár.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari um tilgongdini viðvíkjandi jólapakkunum, ið føroysk sjófólk vanliga fáa.

Torleif Johannesen hevur borið allar pakkarnar út til skipini, og nú pakkarnir og skipini eru tald saman, síggja tølini soleiðis út: 

99 skip hava fingið 1176 pakkar. Talan er um 64 fiskiskip, harav trý grønlandsk, 20 farmaskip, 12 skip í frálandavinnu og 2 vaktar- og bjargingarskip og 1 tænastuskip.

Fleiri liggja inni og hava longu havt sína jólaløtu. Av teimum umleið 26 skipunum, sum vera burtur á jólum, og sum fara at pakka upp jólaaftan, eru fýra fiskiskip sum royna í Barentshavinum, meðan farmaskipini eru ymsastaðni í Norðureuropa. Skipini í frálandavinnuni eru í Norðsjónum, Afrika, Suðuramerika og í Asia, skrivar trubodin.fo.

- Føroyska sjómansmissiónin takkar hjartaliga fyri jólapakkarnar og ynskir sjófólkinum gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald