Innanlands

Á beding í morgin

Hasfjord er sleipaður til Havnar, har hann nú bíðar eftir at vera tikin upp á land. Týsdagin fekk strandfaraskipið eitt traktordekk um skrúvuna

2022-05-15 13:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin fekk Hasfjord eitt traktordekk um skrúvuna á veg inn í hylin í Skopum. 

Tað eydnast manningini saman við kavara at fáa loyst dekkið av skrúvuni, men tá ið roynt var at sigla skipað aftur frá bryggju var staðfest, at hendingin hevði elvt til brek á gervið (gear) og koblingina. 

Skaðin var so mikið álvarsligur, at Hasfjord bleiv sleipaður til Mest í Tórshavn, har hann bíðar eftir at verða tikin uppá land, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Væntandi verður hetta mánadgin og síðani skal gervið og koblingin takast sundur fyri at fáa staðfest, hvussu umfatandi skaðin er og um neyðugt er at skaffa eykalutir uttanlands. Tí siglir Hasfjord fyribils ikki komandi vikuna, boðar Strandferðslan frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder