2020-08-14 13:43
Hallur Joensen og bólkurin Southern Comforts fara av álvara at seta lív í Klaksvík í morgin. Í einum stóru lastbili fara teir at spæla hugnaligan kontrytónleik uttanfyri sjúkrahúsið, ellis- og røktarheim og teir ymisku bústovnarnar í býnum.
Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðuni í dag.
- Fólk eru vælkomin at leita sær til økini rundan um teir ymsu stovnarnar, tá spælt verður. Fyrireikararnir leggja tó stóran dent á, at fjarstøða og øll tilmæli frá heilsufakligu myndugleikunum verða fylgd, meðan spælt verður, skrivar nordlysid.fo.
Skráin fyri hesa øðrvísi konsertferðina sæst á nordlysid.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald