
Tað eru uttan iva nógv sum hava glett seg í áravís, og leygardagin er dagurin loksins komin til, at Eysturoyartunnilin letur upp.
Klokkan 11 veður skipað fyri hátíðarhaldi fyri innbodnum við rundkoyringina í tunlinum har ørgen Niclasen fer at klippa snórin, og verður tann fyrsti at koyra gjøgnum tunnilin eftir hann er tikin alment í nýtslu.
Hátíðarhaldið verður sent í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Ein tíma seinni, klokkan 12, letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.bb
Tunnilsfelagið hevur boðað frá, at tað verður ókeypis at koyra í nýggja stásiliga tunlinum restina av árinum.
Les eisini: Ókeypis at koyra gjøgnum nýggja tunnilin árið út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald