Innanlands

Á midnátt stegðar náttarkoyringin við gróti av Gomluræt

Lastbilar yvir 26 tons sleppa ikki at koyra inn í býin millum klokkan 22 og sjey á morgni yrkadagar og yvirhøvur ikki sunnudagar. Forboðið er bert galdandi fyri ferðslu inn í Havnina eftir Velbastaðvegnum.

2021-07-20 15:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastuni hevur Tórshavnar kommunu, saman við ymsu pørtunum arbeitt við einari loysn viðvíkjandi koyring av gróti í høvuðsstaðnum, ið nakað hevur verið tosað og klagað um.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðar nú frá, at ferðslunevndin, kommunan og løgreglan eru vorðin samd um ein leist í sambandi við náttarkoyringina við gróti gjøgnum Havnina.

Tórshavnar kommuna skrivar. at tað verður forboð fyri koyring av Gomlurætt og gjøgnum býin sunnudagar og um náttina yrkadagar.

Sum sæst á myndini niðast, er ein undanfráboðan sett upp á Velbastaðvegnum við Norðasta horn, og 200 metrar longur niðri, við Granagøtu, stendur forboðsskelti, sum bannar lastbilum yvir 26 tons at koyra inn í býin millum kl 22 og 07 yrkadagar. Sunnudag er ongin koyring.

- Øll onnur skelti í sambandi við náttarkoyringina eru tikin burtur. T.v.s. at forboðið er bert galdandi fyri ferðslu inn í Havnina eftir Velbastaðvegnum.

Hendan skipanin kemur í gildi í kvøld, 20. juli, á midnátt.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder