Mentan

Video: Á øllum 18 oyggjunum sama dag

Upp á 12 tímar vóru átta fólk á landi í øllum oyggjunum í Føroyum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-02 14:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað munnu ikki vera so nógvir føroyingar, sum hava verið á øllum átjan oyggjunum í Føroyum. Uppaftur færri munnu tey vera, sum hava sett fótin á allar oyggjarnar sama dag.

Hetta settu átta fólk sær fyri í gjár, og tað eydnaðist.

Tey vóru í tveimum rib-bátum, og loystu í Hvannasundi klokkan 8 gjáramorgunin og vóru á seinastu oynni, Sandoynni, klokkan 20 í gjárkvøldið.

Tórik Ábraham Rouah var við, og hevur sett filmsupptøku frá túrinum saman.

Tey átta sum vóru við: Tórik Ábraham Rouah, Dan Nysted, Katrin Jóhanna Rouah, Benjamin Rouah, Ray-Keth Tóriksdóttir, Erik Hvannastein, Óli Arnfríðuson Andresen og Joan Isaksen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder