Innanlands

Á Sandi kanst tú í rullistóli fiska síl

Tað er neyvan nógvastaðni í Føroyum, at tú sleppur til eitt vatn í koyristóli og hevur møguleikan at sita og fiska síl við vatnið. Men tað letur seg gera við Sandsvatn

(Mynd: Sands kommuna)

(Mynd: Sands kommuna)

2025-03-23 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sands kommuna: Tað er neyvan nógvastaðni í Føroyum, at tú sleppur til eitt vatn í koyristóli og hevur møguleikan at sita og fiska síl við vatnið.

Men, hetta letur seg væl gera við Sandsvatn, og hesin møguleikin hevur verið í nógv ár.

Tað eru fleiri ár síðan, at brúgvin kom, og tað eru løtur, tá tú sært fólk í koyristóli – ella fólk, sum eru illa gongd - sita her og fiska.

Ein fantastiskur møguleiki, har øll hava atgongd, og hetta kostar ikki eitt oyra.

Nøkur ár herfyri skiltist, at MEGD var í holt við at skráseta støð, har avlamin og fólk við rørslutarni kundu sleppa til serstøk støð.

Millum støðini, sum vóru áhugaverd, var eisini Sandsvatn og henda brúgvin, sum eisini er atkomilig hjá avlamnum.

Øll kunnu standa her, og brúgvin er eisini vælegnað hjá barnafamiljum, sum hevur hug at standa her og fiska og njóta vakra umhvørvi við vatnið eina løtu.

Sandoyggin er vælsignað við fleiri vøkrum vøtnum, og her í okkara nærumhvørvi eru bæði Sandsvatn og Gróthúsvatn tvær perlur í náttúruni.

Beint eystanfyri bygdina eru Stóravatn og Lítlavatn, har Stóravatn liggur beint við vegin til Djúpadals og Skarvanesar.

Tað er bert ein lítil løta at ganga av vegnum og oman á Lítlavatn, og felags fyri øll hesi vøtn er, at her eru síl og sera vakurt umhvørvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder