Mentan

A Song Called Hate: Íslendsku provolistafólkini, ið ynsktu at broyta heimin

Í 2019 umboðaðu tey Ísland í Eurovision í Tel Aviv, og 25. november vísir Norðurlandahúsið heimildarfilmin um Hatari, "A Song Called Hate"

(Mynd: Raafic Saadeh)

(Mynd: Raafic Saadeh)

2021-11-22 15:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Minnist tú Hatari - íslendska, mótkapitalistiska teknobólkin - sum spældi á Eurovision 2019 íklæddur leður, lateks, maskur og spískar píkar? Norðurlandahúsið vísir virðislønta heimildarfilmin um bólkin 25. november kl. 19.30.

Upprunaliga var Hatari ein bólkur av framførslulistafólkum, sum høvdu meldað seg til Melodi Grand Prix sum eitt listaligt skálkabragd, men brádliga varð bólkurin valdur út at standa á pallinum í Tel Aviv og umboða Ísland fyri 200 milliónum hyggjarum. Hvat ger mann so?

Settur andlit til andlits við politiska samtekstin og Ísrael-Palestina-ósemjuna, ger Hatari av at royna at gera ein mun, at broyta heimin og brúka teirra rødd politiskt, og hetta gongur ikki friðarligt fyri seg. Hvussu skal bólkurin bera fram sín boðskap, klára trýstið frá bæði ísraelum og palestinarum, og samstundis fullgera stóru finaluna?

Filmurin, ið er frá 2020, er á íslendskum og enskum, og hevur enskar undirtekstir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder