Innanlands

Á tingfundi í gjár: Koronapositivur í dag

Tingmaðurin Brandur Sandoy fór á tingfund at viðgera fíggjarlógina í gjár, men fór heim aftur beinanvegin, tí hann kendi seg illa fyri. Í dag fekk hann boð um, at hann var positivur við koronu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-07 21:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í allan gjár og í dag hevur fíggjarlógini fyri 2021 verið til viðgerar í løgtinginum, men einki hevur at verið at sæð til sandoyartingmannin hjá Fólkaflokkinum, Brandur Sandoy.

Orsøkin er einføld. Hon eitur korona.

- Eg fór á ting mikumorgunin, men fór beinavegin suður aftur, tí eg var illa fyri. Í dag fekk eg so svarið at eg havi korona, skrivar Brandur Sandoy í einari Facebookstøðudagføring í kvøld.

Fólkaflokstingmaðurin er kortini longu komin fyri seg aftur.

- Havi tað gott, standurin er batnaður síðani í gjár, og kenni meg stórt sæð spillfrískan, skrivar Brandur Sandoy, og leggur afturat, at hann skal vera í sóttarhaldi til fríggjadagin í næstu viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder