Tey, sum ynskja at veita eina hjálpandi hond til hesar familjur á jólum, kunnu ogna sær ein ella fleiri virðisseðlar fyri 20 kr. pr. stk. við kassarnar í Á-handlunum. Handilssketan tvífaldar síðani keyptu upphæddina av virðisseðlunum.
Stuðulin fer óskerdur til føroyskar barnafamiljur í fátækaváða umvegis Í menniskjum góður tokki hjá Barnabata.
- Vit fegnast um, at privata vinnulívið á hendan hátt ger tað lættari hjá føroyingum at stuðla teimum, sum eru sperd á jólum. Vit hava tørv á allari hjálp, ið vit kunnu fáa, og tí er hesin stuðulin eisini kærkomin, nú vit aftur skulu til at veita hundraðtals fíggjarliga sperdum barnafamiljum jólahjálp.” sigur Arnfríð Lützen, samskipari hjá Barnbata.
- Vit í Á halda, at tað er umráðandi at taka sosiala ábyrgd og geva nakað aftur til samfelagið. Við hesum samstarvinum vilja vit bæði stuðla teimum barnafamiljum, sum hava mest tørv á tí, og gera tað lætt hjá okkara kundum at vera við til at gera mun. Saman kunnu vit veita eina hjálpandi hond á jólum,” sigur Bassi Haraldsen, nevndarlimur í Á, at enda.
Til ber at keypa virðisseðlarnar í Á-handlunum fram til 28. november 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald