Á stórfundinum fyri kirkjutænarar, kirkjuráð og kirkjuráðslimir seinasta leygardag varð kunnað um ætlanina at gera føroysku kirkjurnar tøkar í sonevndum tykisferðum á netinum.
Kirkjur og onnur gudstænastustøð eru at finna kring alt landið, og nógv hava vitjað fleiri av teimum, men har munnu eisini vera kirkur, ið ikki eru vitjaðar enn.
Fólkakirkjan.fo skrivar, at við nýggju tænastuni fer at bera til at vitja føroysku kirkjurnar innan, á eini sonevndari tykisferð – einari virtuellari ferð, har ein á teldu ella telefon kanst flyta seg runt í kirkjuni og síggja 360 stig runt um seg sjálvan. Eisini eru kunnandi upplýsingar um ymsu lutirnar í kirkjuni – á føroyskum og enskum.
Í fyrstu atløgu ber til at vitja tvær kirkjur innan – Christianskirkjuna og Gøtu kirkju, eldru. Hesar kirkjurnar umboða ymisk tíðarskeið og byggisnið og eru sera ymiskar. Tær vísa nakað av tí stóra spenni, sum sæst í føroyskari kirkjubyggingarlist.
Komandi mánaðirnar verða fleiri kirkjur kring landið tøkar sum tykisferðir.
Føroysku kirkjurnar eru frá gamlari tíð staðsettar á sjónligum stað, og mangan í náttúruvøkrum umhvørvi. Tí fevnir tænastan eisini um panoramamyndir, sum vísa, hvussu einstøku kirkjurnar eru staðsettar í nærumhvørvinum. Fleiri panoramamyndir eru longu tøkar.
Vónin er, at nýggja tænastan við tykisferðum fer at vekja áhuga fyri fjølbroyttu føroysku kirkjubygningunum og søgu teirra, at vit læra okkurt nýtt um kirkjurnar og lutir teirra, og kanska fáa hug at fara at vitja aðrar kirkjur enn tær, vit kenna frá nærumhvørvinum, skrivar Fólkakirkjan.
Tykisferðirnar eru tøkar á heimasiðuni hjá folkakirkjuni.
Her ber til at fara ein túr innar í Christianskirkjuna
Her ber til at fara ein túr innar í gomlu Gøtu kirkju í Norðragøtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald