Í næstu viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum til Danmarkar.
Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.
Ríkisfundur í Aalborg
Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra.
Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.
Fundur í samstarvsráðnum
Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í lógarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.
Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.
Tíðindafundur
Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur, har løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, luttaka.
Tíðindafundurin byrjar kl. 13 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald