Uttanlands

A$AP Rocky noktar seg sekan

Nógv umrødda harðskapsmálið varð tikið upp í rættinum í Stockholm í dag

(Tekning: EPA)

(Tekning: EPA)

2019-07-30 17:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rapparin A$AP Rocky noktar seg sekan í harðskapi móti einum 19 ára gomlum manni í sambandi við eina hending á opnari gøtu í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, 30. juni.

Nógv umrødda rættarmálið móti amerikanska rapparanum byrjaði í Stockholm í dag, og heldur fram hósdagin og fríggjadagin, skrivar AFP-tíðindastovan.

Sambært tíðindastovuni A$AP Rocky rættinum frá, at talan var um sjálvverju, tí 19 ára gamli maðurin hevði elt hann og provokerað hann og fylgi hansara.

A$AP Rocky hevur viðgingið, at hann skumpaði mannin, so at hann datt, og at hann traðkaði á armin á honum og skumpaði til økslina á honum, segði verjin hjá A$AP Rocky, Slobodan Jovicic, í rættinum.

Meðan rættarfundurin fer fram, er familjan hjá sangaranum, teirra millum mamman, Renee Black, til staðar í rættarsalinum.

[object Object]
(Tekning: EPA)

Um A$AP Rocky verður dømdur sekur í harðskapi, kann hann fáa fongsulsrevsing upp í tvey ár. Men sambært einum serfrøðingi, sum danska Ekstra Bladet hevur tosað við, er meira sannlíkt, at talan verður um ein treytaðan dóm.

Við tað, at særdi maðurin hevur eitt sár, so er spurningurin um amerikanski sangarin hevur roynt at skatt offurið við onkrum hvøssum. Ákærin hevur ført fram, at A$AP Rocky hevur brúkt eina fløsku móti manninum, men tað vísir verjin aftur.

Myndir og filmar verða eisini brúkt í rættarmálinum, tí har vóru fleiri fólk, sum tóku hendingina upp.

Upptkurnar vísa hvussu rapparin og fylgi hansara skumpa 19 ára gamla mannin og sparka hann meðan hann liggur.

Hendingin fór fram uttan fyri eina burgaramatstovu. Upptøkur frá einum vakmyndatóli vísa ein mann, sum kjakast við rapparan um einar høvuðtelefonir. A$AP Rocky biður fleiri ferðir mannin gevast við at elta hann.

19 ára gamli maðurin krevur endurgjald á 139.700 svenskar krónur, næstan 100.000 í okkara pengum. Maðurin varð eisini sjálvur meldaður fyri harðskap, men tað málið varð slept, tí mett var, at talan var um sjálvverju.

19 ára gamli maðurin varð avhoyrdur seinnapartin. A$AP Rocky og hinir báðir ákærdu verða avhoyrdir hósdagin, tá vitni eisini skulu tráspyrjast.

30 ára gamli rapparin við borgarliga navninum Rakim Mayers, varð handtikin fyrst í juli mánaði.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og fleiri onnur kend andlit í USA, eitt nú Kim Kardashian og maður hennara Kanye West, hava heitt á Svøríki um at lata rapparan leysan. Robert C. O’Brien, sum er serligi sendimaðurin hjá Trump í málum, sum snúgva seg um gíslatøku, er eisini til staðar í rættarsalinum.

- Forsetin spurdi um eg vildi koma ov vísa stuðul til amerikanskar borgarar, og vit arbeiða nú við at fáa landsmenn okkara heim, sigur O’Brien við AFP.

Fleiri av fjepparunum hjá A$AP Rocky mæla nú til at boykotta svenskar vørur, og hetta er nakað, sum eitt nú stóra svenska møblaketan Ikea hevur merkt, skrivar Ritzau. 

[object Object]
A$AP Rocky (Savnsmynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder