Tað kom ikki óvæntað, men í gjár varð tað so kunngjørt, at ongin festvika verður í danska býnum Aarhus í ár.
Sambært borgarstjóranum í Aarhus, Jacob Bundsgaard, eru tað tvær orsøkir til, at avgerð er tikin um at avlýsa festvikuna í ár. Onnur orsøkin er royndirnar frá ólavsøkuni í Havn. Vanliga vitja 500.000 fólk Aarhus Festuge, skrivar TV2 Østjylland.
Fyrsta orsøkin er sjálvandi, at smittutølini í Aarhus eru høg. Men royndirnar frá ólavsøkuni hava eisini spælt inn, sigur borgarstjórin.
- Vit fingu nøkur tøl frá ólavsøkuhaldinum, sum vístu, at tey komu frá einum sera lágum smittustøði til næstan eksplosiva smittu. Hetta hevur verið við í støðutakanini hjá myndugleikunum, sigur Jacob Bundsgaard við TV2 Østjylland.
- Heilsan og trygdin hevur okkara hægstu raðfesting, og tá heilsumyndugleikarnir mæla til at avlýsa, so er ikki nakað at tosa um. Tað er sjálvandi harmiligt, men soleiðis er tað, sigur borgarstjórin.
Av teimum 114 fólkunum, sum høvdu fingið staðfest smittuna í Danmark í gjár, høvdu 39 teirra bústað í Aarhus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald