Uttanlands

Abaya-búnin bannaður í fronskum fólkaskúlum

Talan er um ein leysan búna, sum muslimskar gentur og kvinnur brúka, sum fjalir allan kroppin

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2023-08-28 13:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú sleppa muslimskar gentur ikki longur at nýta siðbundna abaya-búnan í fólkaskúlum í Fraklandi, sigur franski undirvísingarmálaráðharrin Gabriel Attal.

Talan er um ein leysan búna, sum summar muslimskar gentur og kvinnur brúka. Hann fjalir allan kroppin.

– Tá mann fer inn í eina floksstovu, eigur mann ikki at kunna síggja, hvørja religión ein næmingur hevur, sigur Attal.

Forboðið verður galdandi í almennum skúlum um alt landið frá 4. september, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.

Síðan í 19. øld hava átrúnaðarlig merki verið bannað í almennum skúlum. Eitt nú krossar og kollhúgvur eru heldur ikki loyvt. Seinastu áratíggjuni hava tó verið trupulleikar við at dagføra leiðbeiningarnar, meðan fleiri og fleiri muslimar eru komnir til landið. Tað er longu bannað at brúka hijab og slør í skúlunum, og tað hevur skapt øsing í muslimska samfelagnum. Seinastu tíðina hevur abaya-búnin verið meira brúktur av muslimskum næmingum í Fraklandi.

Í Fraklandi búgva uml. 68 milliónir fólk, og sambært Ritzau eru fimm milliónir muslimar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder