2021-09-02 19:14
Svenski poppbólkurin gevur út nýggja útgávu fyri fyrstu ferð síðani 1982.
Tað skriva altjóða tíðindastovur í kvøld.
Tað var á einum tíðindafundi í kvøld, at bólkurin kunngjørdi, at tey fýra fyri fyrstu ferð í næstan 40 ár, geva út nýggj løg.
Talan er um tíggju løg á útgávuni sum hevur fingið heitið “Voyage”.
Bólkurin hevur kunngjørt, at tað verður ein hologramm-konsert í London, og hetta verður á einum serbygdum palli.
Tvey løg av nýggju útgávuni er komið á Youtube, og hoyrast her í stubbanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald