Innanlands

ABC fyri sálarliga heilsu hevur skapt samstørv

Hvørt ár eftirmeta samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu sítt arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu, og ein samandráttur av hesum úrslitum varð lagdur fram á fundi mikudagin

(Mynd: Fólkaheilsustýrið)

(Mynd: Fólkaheilsustýrið)

2024-03-03 13:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólkaheilsustýrið: Mikudagin var ABC fundur fyri fyrstu ferð í ár og nógv umboð fyri ABC kommunur, stovnar og feløg vóru savnað.

Á degnum varð avdúkað, at ein nýggjur samstarvsfelagi er lagdur afturat samstarvinum – nevniliga Fróðskaparsetur Føroya.

Nógv ymiskt var á skránni. Eitt nú løgdu umboð fyri Vágs kommunu og Klaksvíkar kommunu fram.

Vágs kommuna hevur fýra ár á rað skipað fyri ABC átakinum “Virkin Vágur”. Magnus Pauli West greiddi frá teirra royndum gjøgnum hesi árini. Skipað hevur verið fyri heili 353 tiltøkum í sambandi við Virkin Vágur og víst varð á, at felagsskapir síggja fyrimunir við at vera partur av átakinum, og at eitt gott huglag merkist í bygdini tann mánaðin, tá tiltakið er.

Klaksvíkar kommuna hevur gjørt sær ymiskar royndir við ABC fyri sálarliga heilsu gjøgnum árini, og nú er eydnast at fáa kjølfest ABC fyri sálarliga heilsu í kommunala arbeiðið. Afturvendandi ABC átøk í Klaksvíkar kommunu eru eitt nú Virkið Vár og Virkið Heyst, ið hava verið skipað í góðum samstarvi við ABC samstarvsfelagar og við feløg og fyritøkur í nærumhvørvinum.

Hvørt ár eftirmeta samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu sítt arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu, og ein samandráttur av hesum úrslitum varð eisini lagdur fram á fundinum.

Úrslitini vísa m.a., at ABC fyri sálarliga heilsu í fleiri førum hevur skapt samstørv millum kommunur, feløg og stovnar, ið neyvan høvdu komið í lag uttan ABC samstarvið. Eftirmetingin vísir eisini, at í smærru kommununum hevur bygdarfólkið víst arbeiðinum við ABC fyri sálarliga heilsu stóran áhuga og tekur ein virknan lut í arbeiðinum við at seta sálarliga heilsufremjandi átøk í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder