Uttanlands

ABC News: 34 fólk í Hvítu Húsunum smittað

Hetta talið er munandi hægri enn áður fráboðað

Norðursíðan av Hvítu Húsunum í Washington D.C. (Mynd: EPA)

Norðursíðan av Hvítu Húsunum í Washington D.C. (Mynd: EPA)

2020-10-08 13:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært einum innanhýsis skjali eru nú 34 starvsfólk í Hvítu Húsunum smittað við korona, avdúkar amerikanski miðilin ABC News.

Hetta eru munandi fleiri enn áður fráboðað í sambandi við útbrotinum í amerikonsku forsetaborgini, sum forsetin sjálvur, Donald Trump, eisini er raktur av.

Sambært ABC News var hetta nakað, sum umsitingin hjá Trump ætlaði at halda loyniligt orsakað av valstríðnum.

Millum tey smittaðu eru fleiri ráðgevar hjá Donald Trump.

Tá Trump kom aftur til Hvítu Húsini týsdagin eftir at hava verið innlagdur í tríggjar dagar, tók hann masku sína av, áðrenn hann fór inn í bygningin, og hetta hevur elvt til kjak um trygdina hjá starvsfólkum hansara.

Sambært samskiftisfólki hjá Hvítu Húsunum, eru tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan innanhýsis, men fleiri pressumyndir, sum vórðu tiknar mikudagin, vístu tó starvsfólk í Hvítu Húsunum arbeiða tætt saman uttan masku.

USA hevur skrásett fleiri enn sjey mió. smittutilburðir og fleiri enn 200.000 andlát í sambandi við koronasmittuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder