Sjeyndu ferð á rað verður ABC vikan á skránni.
ABC vikan er ein vika, har Heilsustýrið varpar ljós á sálarliga heilsu við tiltøkum, lýsingarátøkum og eini frágreiðing við nýggjum úrslitum um evnið. Í ár byrjar vikan við einum tiltaki, ið fevnir um borgarar kring alt landið, tá eggjað verður til at syngja ABC sangin saman.
Yvirskipaða ABC vikan hjá Heilsustýrinum er í eina viku, sum í ár er í viku 41, frá 7.-13. oktober. Skráin inniheldur tey tiltøk, ið samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri.
Av tí at tað hjá summum samstarvsfeløgum liggur betri fyri at skipa fyri ABC tiltøkum aðrar vikur, fevnir skráin í ár harumframt um tiltøk í heystfrítíðini, og tiltøkini eru tískil frá 7.-19. oktober. Í ár hevur Klaksvíkar kommuna longu skipað fyri væleydnaða ABC átakinum “Virkið Heyst” og er tískil ikki partur av skránni hesa ferð.
Í ár eru tað Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna og ÍSF, ið skipa fyri almennum ABC tiltøkum.
Skráin fevnir sostatt um tiltøk í Suðuroynni og í Havn. Tiltøkini eru bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri, og tey eru ókeypis, fjølbroytt og áhugaverd.
Umframt almenn tiltøk, skipa ABC samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis tiltøkum. T.d. skipar Psykiatriski Depilin fyri eini innanhýsis ABC viku við m.a. rørsluátøkum, tónleiki og sansaverkstovu. Bæði almennu og innanhýsis tiltøkini geva borgarum og starvsfólki møguleika fyri at vera virkin, saman og hugbundin í onkrum, sum sambært gransking er gott fyri sálarligu heilsuna.
Vit syngja saman
Heilsustýrið skipar fyri átakinum “Vit syngja saman” 7. oktober, ið er fyrsta tiltak í ABC vikuni og sum ikki er knýtt at einum ávísum staði. Átakið gevur einstaklingum, arbeiðsplássum, dagstovnum, ellisheimum, skúlum o.s.fr. møguleika fyri at syngja ABC sangin “Ver virkin, ver saman, ver hugbundin” við Jensinu Olsen og soleiðis gerast tilvitað um boðskapin í ABC fyri sálarliga heilsu og samstundis fáa eina góða løtu saman við øðrum kring landið.
Heilsustýrið eggjar til at filma sangløtuna og senda filmsbrotið til Heilsustýrið, sum síðani ger eitt filmsbrot við øllum teimum innsendu sangløtunum. Filmsbrotið verður almannakunngjørt 11. oktober.
Nærri kunning um átakið, sangtekstin og vegleiðing til at senda filmsbrotið inn er at finna á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum.
Frágreiðing verður almannakunngjørd á sálarheilsudegnum
ABC vikan varð fyrstu ferð sett á skrá í oktober í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, ið er 10. oktober. Endamálið var at leggja dent á sálarliga heilsu á ymiskan hátt og skapa tilvit.
Á altjóða sálarheilsudegnum í ár almannakunnger Heilsustýrið eina nýggja frágreiðing um sálarligu heilsustøðuna hjá føroyskum ungum.
Frágreiðingin tekur støði í eini kvalitativari kanning um sálarligu heilsuna hjá ungum og inniheldur nøkur tilmæli hjá ungum um at betra um sálarligu heilsuna millum føroysk ung.
Heilsustýrið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald