Okkurt bendir á, at fólk, sum hava havt koronasmittuna verða mótstøðufør í longri tíð, eisini um tey bert hava havt mild sjukueyðkenni. Tað halda granskarar í USA, sum hava kannað, hvussu imunverjan reagerar, tá hon møtir koronavirusinum.
Kanningar hava víst, at tey andevni, sum uppstanda, tá ein persónur verður smittaður við einum virusi, verða verandi í kroppinum í fleiri mánaðir, eftir at ein er blivin frískur.
Sambært New York Times, er tað tó enn ikki greitt, hvussu leingi fólk, ið hava havt korona, eru mótstøðufør, men granskarar halda hetta kortini vera góð tíðindi.
Hetta merkir, at lítlu kyknurnar í kroppinum virka, sum tær skulu, og er tað sannlíkt, at fólk megna at vinna stríðið móti koronavirusinum, um tey møta tí enn einaferð.
Tó eru enn ikki nóg góð prógv fyri, at fólk, sum eru vorðin smittað umaftur, hava megnað at bart smittuna niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald