Innanlands

Ábendingar um enn lægri burðartøl

Fyribils tøl vísa, at 27 færri børn fara at verða fødd fyrra hálvár 2024 enn sama tíðarskeið í fjør, tá talið var metlágt, sigur landsstýriskvinnan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-28 21:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vera nógv færri børn fødd í Føroyum enn fyri fáum árum síðan, og ábendingar eru nú um, at talið verður enn lægri í ár.

Í tinginum í dag upplýsti Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, at tað fyrra hálvár í 2023 blivu 298 børn fødd. Og í Sjúkrahúsverkinum hava tey fyribils skrásett at 271 børn fara at vera fødd fyrra hálvár í 2024.

- Hetta merkir at tað eru ábendingar eru um, at talið verður lægri í ár við tað, at tað verða 27 færri børn fødd fyrra hálvár í ár, segði Margit Stórá.

Hon legði tó sent á, at hesi tølini skulu takast við størsta fyrivarni, tí hetta eru fyribils tøl, so tað kann væl leggjast afturat til hetta hálvárið.

Tað var upp á munnligan fyrispurning frá Una Holm Johannesen, tingmanni, at Margit Stórá, svaraði um burðartalið í Føroyum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder