
Matstovur og pubbir í skotska býnum fingu í gjár boð um at lata aftur klokkan 17. Hetta hendir nú serlig tiltøk verða sett í verk í býnum orsaka av eini uppblóming av koronasmittu í triðstørsta býnum í Skotlandi.
Samstundis sum matar- og skeinkistøð fingu boð um at lata aftur, heitti skotska fyrstaráðkvinnan, Nicola Sturgeon, á fólk um at lata vera við at fara til býin. Og borgarar í Aberdeen sleppa heldur ikki at ferðast frítt.
Hetta varð gjørt eftir at 54 nýggir tilburðir av korona vórðu staðfestir í býnum í gjár.
Hetta merkir, at tað nú eisini verður sýtt teimum 228.000 borgarunum í býnum at vitja inni hjá hvørøðrum, skrivar BBC.
Fólk, sum eru á vitjan í Aberdeen hava ikki fingið boð um at rýma úr býnum, men skulu vera serliga ansin og fylgja ávísum leiðreglum, tá tey koma heimaftur.
Stongsulin av mat- og skeinkistøðum verður galdandi í eina viku fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald