2019-09-13 13:37
Hóast Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum var á Gamla Apoteki og fundaðist við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, so er samgonga skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.
Tað kunngjørdi Bárður á Steig Nielsen fyri lítlari løtu síðani, tá hann kom út av skrivstovuni hjá løgtingsformanninum.
Orsøkin til at tað dróg út var málsøkjabýtið, men júst málsøkjabýtið vildi Bárður á Steig Nielsen einki siga um, tá miðlarnir spurdu um hetta.
Tað verður kunngjørt á einum tíðindafundi, sum helst verður einaferð seinni í dag. Í øllum førum tosaði Bárður á Steig Nielsen um, at tíðindafundurin skuldi vera áðrenn tingið kemur saman í morgin klokkan 10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald