Innanlands

Absalon Áargarð heldur fram sum formaður hjá politistunum

Politistafelagið hevði ársaðalfund á gomlu politistøðini í Havn

2021-05-01 17:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir aðalfundin hjá Politistafelagnum er greitt, at Abaslon Áargarð heldur fram sum formaður.

Ársaðalfundurin var fríggjadagin 9. apríl  á Broncks, sum eru hølini í gomlu polistøðini í Havn í Jónas Broncksgøtu.

Tað var sera hugnaligt og nostsalgist at verða aftur á gomlu politistøðini, sigur politistafelagið.

Á aðalfundinum vóru tvey nýggj umboð vald í nevndina, og á nevndarfundi í vikuni skipaði nevndin seg og sær soleiðis út:

Formaður: Absalon Áargarð
Næstformaður: Dávur Magnussen
Skrivari: Eyðun Dalsgarð
Kassameistari: Niels Viggo Niclasen
Nevndarlimur: Jens Rói Sørensen

Eykalimir eru Jóhan Mikkjalsson og Magnus Debess Madsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder