Hóskvøldið verður aðalfundur hjá Fríum Vali. Skráin er sambært viðtøkum felagsins, og eisini verða røða og framløgur frá Bjørt Lind, Alexander Julin Mortensen og Marnu Jacobsen.
Eitt ár á baki
Frítt Val, er áhugafelag, ið arbeiðir fyri fría abort í Føroyum. Felagið varð stovnað í juni 2018, eftir at abortkjakið aftur kyknaði í 2017.
- Vit vóru nakrar kvinnur, ið kendu okkum noyddar at hittast, og umrøða evnið. Tað gjørdist beinanvegin greitt, at vit allar høvdu fingið nokk. Vit vildu verða ein samlað rødd fyri sjónarmiðnum um fría abort í Føroyum, og eisini ynsktu vit at seta dagsskránna, mynda kjakið og tryggja, at kjakið ikki tagnaði aftur, sigur nevndin í Fríum Vali.
- Í Fríum Vali hava vit eitt grundleggjandi álit á, at kvinnan skilir og kennir best sína egnu støðu, og tí er best før fyri at taka avgerð. Við hesum sjónarmiði viðurkenna vit, at umstøðurnar kring eina og hvørja viðgongu eru djúpt persónligar, og at orsøkirnar til, at ein kvinna ynskir sær abort, kunnu vera eins ymiskar og margfaldar sum kvinnurnar, ið ynskja abort. Vit skylda kvinnum í Føroyum hetta álitið, og at geva henni rættin at ráða yvir egnum lívi og likami.
Áhugaverd skrá
- Tað er næstan farligt at siga hart, at man hevur tað ok við at hava tikið eina abort. Eg haldi, at nógv fokus er á, at kvinnur hava tað sálarliga ringt aftaná eina abort, men soleiðis er tað avgørt ikki altíð. Vit skulu tora at tosa um allar síðurnar av abort.
Soleiðis sigur Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sum m.a. fer at greiða frá um gransking um sálarheilsuna hjá kvinnum, sum hava tikið abort. Sambært Fríum Vali er hetta eitt sjónarmið, sum alt ov sjáldan er at hoyra.
- Tað er av alstórum týdningi, at kvinnur ikki kenna skomm, tí tær ikki hava tær kenslurnar, vit fáa at vita, at vit eiga at hava eftir eina abort.
Alexander Julin Mortensen er PhD-lesandi í heimspeki, og fer hann at siga eitt sindur um, hvat feministiska heimspekin sigur um viðgongu og føðing. Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia, er síðsti gesturin á aðalfundinum, og kemur hon at bera fram nøkur orð um søguligu gongdina í abortstríðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald