Innanlands

ADHD-felagið skipar fyri kunningartiltaki á Oyrabakka

23. januar verður skipað fyri kunningartiltaki í Eydnuni á Oyrabakka. Tiltakið er tað næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD.

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2020-01-12 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið 23. januar skipar ADHD-felagið saman við Sunda kommunu fyri kunningartiltaki um ADHD hjá bæði børnum og vaksnum.

Tiltakið verður í Eydnuni á Oyrabakka klokkan 19.

Tiltakið er tað næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarandi og fakfólk. Fyrsta tiltakið var í Sørvági 24. oktober.

- Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarandi og fakfólkum.

Á skránni eru fyrilestar um børn og ADHD og vaksin og ADHD við fakfólki frá Barnapsykiatriini og Psykiatriska deplinum. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur sína lívssøgu og ein, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin sigur sína søgu.

Fundurin endar umleið klokkan 21.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder