Hóskvøldið fer Heðin Zachariassen borgarstjóri í Sunda kommunu at bjóða vælkomin til eitt tiltak, sum ADHD-felagið skipar fyri í Eydnuni á Oyrarbakka. Tiltakið er ein liður í ADHD-rundferðini hjá felagnum.
Tað verða Tormóður Stórá, psykiatari á Psykiatriska Deplinum, og Rókur av Fløtum Jespersen, psykologur á Barnapsykiatriini, ið eru av fremstu fakfólkum innan økið, sum fara at greiða frá ávikavist um vaksin og børn við ADHD.
Bára Silvansdóttir sigur frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin og Bjørg Dam, sum hevur barn við ADHD, sigur sína søgu og um torføru valini.
Tiltakið er ein liður í upplýsing um ADHD og forklárar avbjóðingarnar hjá fólkum við ADHD. Við at skilja orsøkirnar ber til at hjálpa og tillaga, soleiðis at bæði børn og vaksin við ADHD kunna mennast og fáa eina munandi betri lívsgóðsku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald