Innanlands

ADHD-rundferðin heldur fram í Klaksvík

20. mai kl. 19 skipar ADHD-felagið fyri kunnandi tiltaki á Skúlatrøð í Klaksvík – Talan er um triðja av seks tiltøkum um ADHD, sum upprunaliga skuldi vera í fjør

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-13 17:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 20. mai skipar ADHD-felagið fyri tiltaki í Miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík.

Har fer Livar Nysted at greiða  frá, hvussu tað er at fáa staðfest ADHD sum vaksin, Bjørg Dam, foreldur at barni við ADHD, fer at greiða frá, hvørji amboð og hjálp diagnosan gevur, og Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari, og Tórfríð Danielsen, psykologur á Sernámi geva sítt fakliga íkast við at lýsa diagnosuna ADHD/ADD og hvørji átøk og sernámsfrøði kunna setast inn við.

Tiltakið er ein partur av ADHD-rundferðini hjá ADHD-felagnum. Talan er um triðja tiltakið av seks, sum upprunaliga skuldu vera í mars í fjør.

– Vegna koronu útsettu vit hana til ráðini aftur vórðu til tess! – ikki vistu vit, at heilar 15 mánaðir skuldu ganga. Men nú verður hon so, skrivar ADHD-felagið.

Tiltakið, sum er samskipað í samstarvið við Klaksvíkar kommunu, verður frá klokkan 19 til 21.30. Tiltakið er ætlað øllum, bæði fakfólkum, avvarandi, havandi ADHD/ADD og øllum, sum vilja vita meira. Rundferðin er ókeypis, og verður hon eisini stroymd beinleiðis, so øll fáa høvi at fylgja við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder