Innanlands

Advokatur: Bókin byggir á eina lygn

Roynt verður at sáa iva um bókina hjá Jan Lamhauge áðrenn hon er løgd fram

Jógvan Páll Lassen (Mynd: Finnur Justinussen)

Jógvan Páll Lassen (Mynd: Finnur Justinussen)

2019-11-13 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld verður nógv umrødda bókin ”Svik” hjá tíðindamanninum Jan Lamhauge løgd fram í ítróttarhøllini Bylgjuni í Runavík.

Og longu nú, áðrenn bókin er framløgd, eru kreftir farnar í gongd at sáa iva um innihaldið í bókini.

Ein teirra er Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum hevur arbeitt fyri TF-samtakið, eigaran av núverandi Betri-samtakinum, sum eigur bankan, sum einaferð æt Eik Banki.

Bókin ”Svik” hjá Jan Lamhauge viðgerð nevniliga nógv umrødda skattamálið, har Jan Lamhauge í fleiri sendingum í Kringvarpinum royndi at prógva, at skattafrádrátturin á 90 milliónir krónur, sum bankasamtakið fekk í sambandi við eina umlegging í 2010, var ólóglig. Eik Banki, nú Betri samtakið, hevur alla tíðina víst hesum aftur.

Løgreglan kannar nú málið sum eitt revsimál. Sambært vp.fo er danska bakmansløgreglan liðug at viðgera málið, men enn er einki frætt um niðurstøðuna.

Tað, sum Jógvan Páll Lassen nú førir fram er, at øll viðgerðin hjá Jan Lamhauge av skattamálinum byggir á eina lygn.

Les viðmerkingina hjá Jógvan Páll Lassen her: Ein heil bók bygd á eina lygn 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder