Innanfyri fáar vikur væntast ein avgerð í rættarmálinum, har støða skal takast til, um Anders Behring Breivik, sum er dømdur fyri yvirgang, kann royndarleyslatast.
Hann hevur sitið inni í tíggju ár, eftir at hann drap 77 fólk í Oslo og á ungdómsleguni á Utøya í juli 2011.
Í 2012 varð Breivik dømdur 21 ára forvaring, og eftir tíggju ár hevur hann rætt til á hvørjum ári at søkja um at verða royndarleyslatin. Hetta eigur at verða broytt, sigur ríkisadvokaturin Tor-Aksel Busch við VG.
Hetta er sera tungt fyri avvarðandi hjá teimum dripnu, sigur hann.
– Tað er rættiliga greitt, útfrá tí, sum er komið fram í miðlunum, at Breivik ikki hevur havt stóra persónliga framgongd, sigur hann.
– Nógv bendir á, at hann um eitt ár fer at vera í akkurát somu støðu sum í dag, og at vandin fyri endurtøku fer at vera líka stórur.
Norski ákærumyndugleikin hevur heitt á dómstólin í Skien, har Breivik hevur søkt um at verða royndarleyslatin, um at avvísa umbønina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald