Innanlands

Ælabogavegurin málaður av nýggjum í nátt

Ælabogi er málaður á vegin í Steinatúni í sambandi við Faroe Pride, sum verður seinnapartin, men orsakað av herverki er hann málaður av nýggjum, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-27 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

19. juli varð ein ælabogi málaður á vegin í Steinatúni í Havn í sambandi við Faroe Pride, sum verður seinnapartin, men ælabogavegurin varð málaður av nýggjum í nátt.

Orsøkin er herverk, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna í morgun.

– Vegurin varð málaður 19. Juli, men síðan er ymiskt slag av herverki gjørt á málingina, og tí varð ælabogin málaður umaftur.

Kommunan sigur, at ein fyrispurningur kom fyrr í ár frá LGBT+ Føroyum um loyvi at mála ælabogavegin í sambandi við Faroe Pride, og hann bleiv játtaður.

Ælabogavegurin hevur elvt til nógv kjak. Tað sama hendi fjør, tá ælabogi varð málaður á vegin uttan fyri Gundadalshøllina.

Les eisini: Hetta er ikki fyri at provokera

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder