placeholder
Innanlands

Ætla at byggja stórhøll á Strondum

Høllin skal kunna hýsa øllum heimadystum hjá føroysku hondbóltslandsliðunum og skal tí uppfylla øll altjóða krøv

2020-06-16 21:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggj stórhøll verður bygd á Strondum. Hon skal millum annað kunna hýsa øllum altjóða hondbóltsdystum hjá Føroyum umframt nógvum øðrum tiltøkum so sum festivalum, konsertum, sølustevnum, stórum samkomum og mongum øðrum.

Strendur fer at liggja væl fyri hjá øllum sum ætla at brúka nýggju, stóru høllina, tí Eysturoyartunnilin knýtir stóran part av Føroyum saman.

Føroyskur hondbóltur hevur tørv á at fáa betri umstøður til sín ítrótt. Neyðugt er at megna at hýsa altjóða landsdystum í Føroyum. Ætlanin er at fara í gongd við at byggja eina høll á Strondum til endamálið.

Hon skal kunna hýsa øllum heimadystum hjá føroysku hondbóltslandsliðunum og skal tí uppfylla øll altjóða krøv. Tí skal hon rúma 3.500 áskoðarum, sum koma at sita væl í eini nútímans høll.

Hetta fer eisini at geva føroyska hondbóltinum nýggjar og spennandi møguleikar at skipa fyri finalum og ymiskum kappingum við nógvum áskoðarum.

Hetta fer uttan iva at menna hondbóltin í økinum og runt alt landið. Stíf hevur megnað at rikið eitt gott hondbóltsfelag við liðum í bestu deildunum. Eisini er hondbóltur á hinari síðu av Skálafjørðinum, og saman við høllunum á Skála og í Runavík er møguligt at menna økið nógv. 

Høllin fer eisini at verða brúkt til mong onnur tiltøk har áhugafeløg, samkomur og vinnulív í økinum kunnu skipa fyri stórum tiltøkum.

Høllin verður beint við munnan á nýggja undirstjóvartunnlinum. Sostatt liggur høllin sera sentralt. Tað verða bert 15 minuttir úr Havn til høllina, bert 5 minuttir úr Runavík og bert 25 minuttir úr Klaksvík.

Ein bólkur hevur sett sær fyri at fáa høllina bygda. Í bólkinum eru Alexandur Johansen, Eivind Jacobsen, Pól Jákup Poulsen og Hans Jákup Mikkelsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder