Uttanlands

Ætla at fáa Amorella av aftur í morgin

Stór ferja hjá Viking Line rendi á land í Álandi um vikuskiftið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-09-22 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnudagin vórðu 281 ferðafólk bjargað í land, tá ferjan Amorella hjá Viking Line rendi á land á Järsö í Álandi á veg úr Finnlandi til Álands fyri síðan at fara víðari til Svøríkis.

Nú verður roknað við, at tað fer at taka nakrar dagar at fáa ferjuna av hellini aftur, skrivar finska Hufvudstadsbladet.

Ferjan kann í fyrsta lagið takast av aftur í morgin, sigur samskiftisstjórin hjá Viking Line í dag.

Amorella var á veg gjøgnum skergarðin úr Åbo í Finnlandi til Mariehamn í Álandi, tá hon rendi á land. Umborð vóru 207 ferðafólk og manningin, sum taldi 74. Flestu fólkini umborð vóru sviar og finnar, sum skuldu víðari til Stockholm í Svøríki.

Í dag verða fyrireikingarnar til bjargingararbeiðið gjørdar. Málið er í fyrsta lagið at flyta ferjuna í morgin til havnina í Långnäs í Álandi. Síðan skal hon førast til Nådendal í Finlandi, har umvælingararbeiðið skal gerast.

Jan Hanses, stjóri fyri Viking Line segði í gjárkvøldið, at orsøkin til at skipið rendi á land framvegis er ókend.

Svenska TT tíðindastovan skrivar, at ferjan sambært finskum myndugleikum hevur fingið skaða av at sigla inn á eina ísboyu úr stáli. Enn er óvist hví ferjan sigldi uttan fyri sína vanligu rutu, og rakti boyuna.

- Boyan hevur týdning í okkara kanningararbeiði, men vit kunnu enn ikki siga, hví Amorella rendi á boyuna, og hvønn týdning hetta hevur tí tí, sum hendi, sigur Veli-Pekka Nurmi, sum stendur á odda fyri kanningararbeiðinum, sambært TT.

Kavarar hava í dag kanna skaðarnar. Men sambært Viking Line tekur tað tíð at fáa fulla greiði á, hvussu umfatandi skaðarnir eru.

Ein sleipibátur er komin til ferjuna í sambandi við ætlaðu bjargingina.

Tað er sera óvanligt, at ferjur renna á land á leiðini millum Finnland og Svøríki, sigur Viking Line. Ferjur sigla dagliga á hesi leiðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder