Innanlands

Ætla at fáa vitjunartænastu í lag í Eysturkommunu

Sjálvboðin kunnu verða vitjunarvinir hjá eldri borgarum í kommununi, sum eru einsamøll og ynskja meiri vitjan. Reyði Krossur leitar í hesum sambandi eftir samskipari til átakið

Mynd: eysturkommuna.fo

Mynd: eysturkommuna.fo

2022-02-04 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reyði Krossur hevur vent sær til Eysturkommunu við fyrispurningi um møguleikan, at seta á stovn eina vitjunartænastu til eldri borgarar í kommununi. 

Soleiðis skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari í dag.

- Vitjunartænastan byggir á, at tað eru sjálvboðin fólk, sum verða vitjunarvinir hjá eldri borgarum í kommununi, sum eru einsamøll og ynskja meiri vitjan. Kommunan hjálpir til við skapa neyðugar karmar fyri, at vitjunartænastan kann verða útint í verki.

Fyri at Vitjunartænastan kann gerast veruleiki, hevur Reyði Krossur Føroya brúk fyri tveimum borgarum úr Eysturkommunu – einum úr Gøtu og einum úr Leirvík – sum kunnu virka sum samskiparar. Hesir skulu skapa eitt yvirlit yvir tey sum ynskja ein vitjunarvin og eisini finna sjálvbodnar vitjunarvinir. 

Eysturkommuna søkir á heimasíðu sínari eftir samskipara. Sum samskipari, verður ein boðin við til undirvísing og onnur relevant tiltøk, sum Reyði Krossur Føroya skipar fyri, boðar Eysturkommuna frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder