Avstralska flogfelagið Qantas ætlar sær at seta inn eina beinleiðis flogrutu millum Sydney, London og New York City.
Qantas upplýsti mánamorgunin avstralska tíð, at felagið hevur bílagt 12 Airbus A350-1000 flogfør til verkætlanina, sum hevur fingið navnið Project Sunrise (Sólarris-verkætlanin).
Ætlanin er, er tey fyrstu flogførini millum Sydney, London og New York City skulu flúgva áðrenn endan av 2025, skrivar Ritzau.
Flogrutan millum Sydney og London verður heimsins longsta beinleiðis flogruta, sum fer at taka nærum 20 tímar.
Sambært The Guardian hevur verið neyðugt hjá Qantas at útseta ætlanirnar um nýggju, langu flogruturnar í meira enn fimm ár. Project Sunrise varð m.a. seinkað av koronafarsóttini.
Fyrstu ferð Qantas setti á stovn eina flogrutu millum Sydney og London var í 1947. Tá var neyðugt við fleiri millumlendingum á vegnum, og tók allur túrurin 58 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald