Landsstýrið mælir til at mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening verður hækkað út 25.000 krónum upp í 30.000 krónur og eisini at umstøðurnar hjá nýútbúnum skulu gerast betri.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna við arbeiðsmarknaðarmálum, hevur í dag sent lógaruppskotið til hoyringar.
Hóast nógvar broytingar, er hægsta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki broytt í nærum 20 ár. Hesi árini er miðalinntøkan hjá føroyskum løntakarum er vaksin nógv.
Við nýggja lógaruppskotinum verður hámarkið fyri barsilspening hækkað við 5.000 krónum um mánaðin upp í 30.000 krónur umframt eftirlønargjaldið. Á henda hátt fáa tey, ið vanliga tjena omanfyri 25.000 krónur um mánaðin, endurrindað upp til 30.000 krónur úr Barsilsskipanini, tá tey fara í barsilsfarloyvi.
Nýútbúgvin fáa eisini betri barsil
Í dag er tað soleiðis, at nýútbúgvin, sum gerast foreldur, bert hava møguleika at fáa barsilspening í tann mun, tey hava arbeitt tað seinasta árið. Dømir eru um, at nøkur detta niður í millum skipanirnar, tí tey ikki longur eru í lestrarskipanini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin.
Við uppskotinum verða umstøðurnar hjá teimum, ið eru nýútbúgvin betri. Hetta verður gjørt við at lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir.
Á hendan hátt detta tey nýútbúnu ikki niður í millum skipanina við lestrarstuðli og Barsilsskipanina, um tey gerast foreldur í tíðarskeiðinum eftir loknan lestur, og áðrenn tey eru komin í arbeiði.
Uppskotið sæst her. Ummælisfreistin er 26. februar.
Tíðindaskriv frá Umhvørvismálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald