Um fáar dagar fara loysingarfólk, ið stuðla Russlandi at skipa fyri fólkaatkvøðum um at innlima fleiri ukrainskar landslutir inn í Russland.
Talan er um landslutirnir Donetsk og Luhansk – Donbas-økið.
Fólkaatkvøðurnar verða, sambært Ritzau í døgunum 23. til 27. september.
Undir krígnum í Ukraina er stórtsæð alt Luhansk yvirtikið av russum, meðan uml. helvtin av Donetsk er á russiskum hondum. Herfyri var alt Luhansk stýrt av russum, men mótálopini hjá Ukraina seinastu dagarnar hevur broytt støðuna í landslutinum.
Ætlanir eru eisini um eina fólkaatkvøðu í landslutinum Zaporizja í næstum. Tað er har, størsta kjarnorkuverkið í Evropa liggur.
Í røðu í morgun nevndi russiski forsetin, Vladimir Putin eisini fólkaatkvøðurnar, sum hann segði seg taka undir við.
– Tey flestu, sum liva í hesum "søguligu økjum" ynskja ikki at liva undir nýnasistiskum stýri, segði Putin.
Fleiri heimsleiðarar og politikarar hava fordømt ætlanina um fólkaatkvøðu í hersettu ukrainsku landslutunum. M.a. Jake Sullivan, trygdarráðgevi hjá amerikanska forsetanum Joe Biden; Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, týski samveldiskanslarin Olaf Scholz og Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharri í Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald