Innanlands

Ætla at hava lutakast um fjúrtan grundstykkir á Velbastað

Tórshavnar kommuna ætlar at stykkja út á Velbastað, men vil innan næsta mánaðan kanna um áhugi er fyri teimum 14 plássunum

2023-11-22 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórshavnar Kommuna hevur seinnapartin lagt eina heldur serliga kunning út á heimasíðu sína viðvíkjandi grundstykkjum. Talan er um eina verkætlan við fjúrtan grundstykkum á Velbastað:

- Verkætlanin er tó ikki endaliga samtykt í býráðnum enn, tí kommunan ynskir fyrst at kanna, um áhugin fyri grundstykkjum á Velbastað er til staðar. Vit byrja tí við at skipa fyri tilmelding til lutakast um grundstykkini á Velbastað í 4 vikur. Vísir áhugin seg at vera nóg stórur, verður verkætlanin løgd fyri nevndir og býráð til góðkenningar, og tilmeldingarfreistin verður longd í 4 vikur. Vísir tað seg hinvegin, at áhugin er lítil ella eingin, verður verkætlanin endurmett og møguliga broytt ella slept.

Ætlanin er stykkja út 14 grundstykkir á Velbastað, men tryggjast skal at áhugin fyri grundstykkjum á Velbastað er til staðar. Sambært Hagstovu Føroya búgva 259 fólk á Velbastað.

Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at freistin at tekna seg til lutakastið og harvið vísa, at tú ert áhugað í at seta búgv á Velbastað, er í fyrsta umfari mikudagin 20. desember 2023. Eftir hesa dagfesting verður mett um, hvørt áhugin er til staðar, og um verkætlanin skal setast í verk.

Til ber at lesa meira og at tekna seg her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder