Ætlanin hjá USA er at koppseta upp móti 30 mió. fólk um mánaðin, tá eitt koppingarevni móti covid-19 verður tøkt. Tað sigur Moncef Slaoui, ið stendur á odda fyri amerikanska átakinum fyri menningina av einum koppingarevni móti covid-19.
Um eitt koppingarevni verður góðkent, fer tað at verða tøkt innan 24 tímar, og teir fyrstu amerikanararnir kunnu verða koppsettir longu 11. desember, sigur hann við CNN.
Tað var fríggjadagin, at heilivágsfyritøkan Pfizer bað um eina skjóta góðkenning av koppingarevninum, sum hon hevur ment saman við týsku fyritøkuni Biontech. Nevndin í amerikanska Food and Drug Administration (FDA), ið skal taka støðu til umbønina, kemur saman 10. desember, skrivar Ritzau.
Moncef Slaoui ger greitt, at politiska trýstið fyri at fáa eitt góðkent koppingarevni onga ávirkan hevur havt á tilgongdina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald