Tað hevur verið eitt evni í eina tíð, og nú verða stór fet tikin ímóti at tað gerst veruleiki: Føroyar skulu hava eina sendistovu í USA, og hon skal vera í høvuðsstaðnum Washington, har fyrisitigin í risastóra landinum fyri vestan er.
Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 eru 200.000 krónur settar av til at fyrireika at lata upp føroyska sendistovu í amerikanska høvuðsstaðnum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðar á heimasíðu sínari í dag frá, at eftir ætlan letur sendistova Føroya í Washington D.C. upp í 2024.
Hetta sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við uvmr.fo.
Samhandilin og vinnuliga samstarvið millum Føroyar og USA er vaksin nógv seinnu árini, og somuleiðis er politiska samstarvið millum londini eisini økt. Í fjør fóru 13 prosent av føroyska útflutninginum av vørum til USA.
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað, ið skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, m.a. innan gransking, mentan og vinnu.
Í gjár høvdu umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020. Báðir partar váttaðu ynskið um at styrkja sambondini og vóru samdir um útlitini fyri øktum samstarvi millum Føroyar og USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald