Innanlands

Ætla at merkja grind

Ein grind varð funnin í Kalsoyarfirði í morgun, men fólk hava nóg mikið av grind í økinum, og verður hon tí ikki hildin til

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2024-09-16 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð ein lítil grind funnin í Kalsoyarfirði, men hon verður ikki hildin til, tí fólk eiga nóg mikið av grind í økinum.

Ætlanin er tó at merkja nakrar hvalir, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður við Kringvarpið.

Ein bólkur av springarum varð eisini sæddur út fyri Skálavík í morgun, men teir verða heldur ikki hildnir til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder