Innanlands

Ætla at raðfesta føroyskt framleitt tilfar til børn og ung

Hetta fyri eina millión á fíggjarlógini. - Tað er týdningarmikið, at okkara børn og ung hava atgongd til dygdargott føroyskt tilfar, sigur Sirið Stenberg

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-10-02 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit mugu áhaldandi tryggja, at føroysk børn og ung fáa føroyskt tilfar, ið er framleitt til teirra tørv og áhugamál. Umframt støðugt at betra um fortreytirnar fyri føroyskari mentan og føroyskum máli í einari alsamt øktari alheimsgerð.

Hetta staðfestir Sirið Steinbrg í skrivi á ammr.fo.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er løgd, kunnu ymisku aðalráðini almannakunngerða teirra ætlanir. 

Sí eisini: Psykiatriin og diagnostiska økið verða raðfest hægri

Landsstýriskvinnan í Almanna- og Mentamálum hevur sett sær fyri, at føroyskt tilfar skal fylla nógv - millum annað í Kringvarpinum: Ein heil millión verður sett av til framleiðslu av føroyskum tilfari, um uppskotið verður samtykt.

Tað verður Mentanargrunnur Landsins, ið fer at umsita játtanina. Játtanin verður markað til framleiðslu av føroyskum listaligum tilfari, ið er ætlað børnum og ungum, eitt nú nótatilfar og annað mentanarligt tilfar, sum kann íbirta og menna listaligu og málsligu evnini hjá børnum og ungum í einum føroyskum høpi. 

-  Tað er týdningarmikið, at okkara børn og ung hava atgongd til dygdargott føroyskt tilfar(...) Játtanin er eitt gott íkast afturat tí, sum vit longu hava fingið við í Public-Service sáttmálan við Kringvarp Føroya, um at gera dygdargóðar sendingar til børn og ung á føroyskum máli. Eisini skal Kringvarpið lata ein part av tilfarinum vera úr føroyskum jørðildi, soleiðis at børnini kenna seg aftur í einum føroyskum veruleika , sigur Sirið Stenberg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder