Ætla at reka grind inn á Hvannasund

Fólk úr Árnafirði boðaðu frá grind um middagsleitið

(Savnsmynd: jn.fo)

(Savnsmynd: jn.fo)

2023-09-22 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um middagsleitið varð funnin í Árnafirði. Grindin varð sædd úr landi.

Sum Portalurin skilir, er ætlanin at reka grindina á Hvannasund.

Jens Jensen, sýslumaður, veit í løtuni ikki, um bátur er komin til grindina enn. Tað er so mikið av vindi norðanfyri, at ikki var farandi út við smáum skjóttgangandi bátum.

Um rakstur fæst á grindina, verður hon rikin á Hvannasund.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder