2021-08-10 09:30

Ein lítil grind var fyri løtu síðani funnin á Lambavík. Í løtuni er ein bátur hjá grindini, men fleiri eru á veg, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Grindaformenn og sýslumaður hava júst gjørt av, at reka grindina inn á Skálafjørðin.
Helst er hetta sama grindin, sum fyrr í morgun var sædd út fyri Rituvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald