Uttanlands

Ætla at seta kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi

Ongar ábendingar eru um, at Russland, sum nú hevur gjørt avtalu við grannalandið Hvítarussland um at seta upp taktisk kjarnorkuvápn, fyrireikar seg til at brúka vápnini, sigur USA

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjeno og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjeno og russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2023-03-26 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland ætlar at seta upp taktisk kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.

Russiski forsetin, Vladimir Putin sigur, at grannalondini hava gjørt avtalu um hetta eftir áheitan frá Hvítarusslandi.

Sambært Putin er hetta ikki brot á avtaluna, sum bannar spjaðing av kjarnorkuvápnum (NPT). Tað er ikki øðrvísi enn tað, sum USA ger, tá tað setur upp kjarnorkuvápn í evropeiskum londum.

Í 1992 samdust Russland, Ukraina, Hvítarussland og Kasakstan um, at øll kjarnorkuvápnini hjá fyrrverandi Sovjetsamveldinum skuldu vera í Russlandi, og kjarnorkuvápn hava ikki verið á hvítarussiskari jørð síðan 1996, skrivar Ritzau.

Amerikanska uttanríkismálaráðið og Hvítu Húsini siga, at ongar ábendingar eru um, at Russland fyrireikar seg til at brúka kjarnorkuvápnini, men USA fer framhaldandi at eygleiða støðuna.

Taktisk kjarnorkuvápn hava ongantíð verið brúkt í kríggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder